- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tá rúsdrekka hevur valdið

Fyri skjótt átta árum síðani tók Høgni Poulsen eina týdningarmikla avgerð.
Hann vildi gevast at drekka.
Ynskið hevði hann havt í fleiri ár, men hesa ferð var okkurt annarleiðis.
Foreldrini høvdu verið á skeiði fyri avvarðandi hjá alkoholikarum og høvdu har lært, hvussu tey í veruleikanum gjørdu soninum eina bjarnatænastu, hvørja ferð hann kom til Nólsoyar til teirra eftir at hava drukkið alt ov nógv í alt ov langa tíð. Í Nólsoy hjá foreldrunum kundi hann altíð koma fyri seg aftur.
Men soleiðis var ikki hesa ferð.
- Tá eg kom til Nólsoyar, stóðu tey í hurðini og søgdu, at var eg ikki edrúur, slapp eg ikki inn, fortelur Høgni Poulsen og legur afturat, at hann bleiv illur og irriteraður inn á foreldrini um hetta. Men teirra hugburður gjørdi nakað við seg.
- Eg svav eina nátt á farstøðini á keiini í Havn, og morgunin eftir setti eg meg í samband við Heilbrigdi. Eg var komin til eitt punkt, har eg skilti, at eg megnaði ikki at finna út av hesum sjálvur, sigur Høgni Poulsen, sum nú í skjótt átta ár hevur hildið seg edrúan.
Seinastu fýra árini hevur hann arbeitt sum rúsviðgerði á viðgerðarstovninum Heilbrigdi.
Sjálvur heldur Høgni Poulsen, at tað er ein fyrimunur, at hann hevur verið í støðuni, sum tey, ið leita sær hjálp hjá Heilbrigdi fyri alkoholtrupulleikar, eru í.
- Tað, sum alkoholikarar í viðgerð krevja, tað er eitt forstáilsi. Tað er ringt at geva forstáilsi, tá tú ikki hevur tær royndirnar sjálvur, sigur Høgni Poulsen.
Í útvarpssendingini, Heilsuhornið, hesa ferð, er ovurnýtsla av rúsdrekka evnið. Sendingina kanst tú hoyra her.























