Visit Faroe Islands sleppur undan fyrisitingarlóg

Visit Faroe Islands sleppur undan fyrisitingarlóg
Lógin um alment innlit skal galda fyri nýggja almenna partafelagið, men ikki fyrisitingarlógin og eiheldur lóg um Løgtingsins Umboðsmann
Landsstýrismaðurin í vinnumálum vil hava innlitslógina at galda fyri nýggja P/F Vistit Faroe Islands, men ikki fyrisitingarlógina og heldur ikki lógina um Løgtingsins Umboðsmann
 
26.03.2014 - 08:17

Almenningurin og fjølmiðlar fáa innlit í nýggjasta almenna partafelagið. Lógin um innlit í fyrisitingina er galdandi fyri felagið, P/F Visit Faroe Islands, stendur í grein 6 í lógaruppskotinum. 

Tað er fyri at tryggja almenninginum innlit í virksemi felagsins, sum verður fíggjað við játtan í fíggjarlógini, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum.

Men fyrisitingarlógin og lógin um Løgtingsins umboðsmann vera ikki galdandi fyri felagið. 

14 mió árliga

Uppskotið um at umskipa Ferðaráðið til almenna partafelagið Visit Faroe Islands er komið í løgtingið.

Johan Dahl, landsstýrismaður, biður tingið um loyvi til at seta hálva millión úr landskassanum í partapeningi í nýggja felagið. 

Harafturat skal stuðul til raksturin, 14 milliónir krónur um árið, vera í fíggjarlógini. 

Málið er tvífalding

P/F Visit Faroe Islands skal yvirtaka rættindi og skyldur, sum starvsfólkini hjá Ferðaráðnum hava yvirtøkudagin. Yvirtøkudagurin er dagurin, tá felagið er skrásett í partafelagsskránni hjá Skráseting Føroya.

Lógin um at gera Ferðaráðið til alment partafelag kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Sama dag fer lógin um Ferðaráð Føroya frá 2011 úr gildi, og Ferðaráð Føroya og Ráðið fyri Ferðaráð Føroya verða tikin av. 

Málið er, at ferðavinnan skal tvífaldast og geva minst eina milliard kr. í umsetningi í 2020. Og arbeiðsplássini skulu tvífaldast og vera 800 til 1000 um seks ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. apríl
Credo: C.S.Lewis 2:3
207207
Leygardag 18. apríl
Jambalaja - 180426
207246
Leygardag 18. apríl
Vikugesturin: Tá ið trúgvin er alt
207241
Leygardag 18. apríl
Vikan 18. apríl 2026
207239
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227
Fríggjadag 17. apríl
Kakumiks 2 (5:7)
207209
Fríggjadag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207190