- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heilsutrygd fingið átalu
Heilsutrygd fingið átalu
Tað er átaluvert, at Heilsutrygd ikki svarar Føroya Kærustovni, heldur Løgtingsins Umboðsmaður

04.04.2014 - 10:54
Umboðsmaðurin fekk eina klagu frá einum borgara, um at Heilsutrygd ikki svaraði áheitanum frá Føroya Kærustovni í einum máli, sum borgarin hevði kært til Kærunevndina í almanna- og heilsumálum.
Løgtingsins Umboðsmaður heldur í niðurstøðu sínari, at talan er um ein fyrispurning, sum er lutfalsliga einfaldur at svara hjá Heilsutrygd, og tí heldur umboðsmaðurin, at tað er átaluvert, at ein áheitan frá Føroya Kærustovni um eitt kæruummæli liggur óviðgjørt í 5 mánaðir.
Heilsutrygd svaraði seinni Føroya Kærustovni, og tí endar málið við hesari átaluni frá Umboðsmanninum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
RagnarRokk: Sonny Lombardozzi um A Bleeding Tree Hanging Self Destruction
212039
Nýggjastu sendingar í SV

























