Smáur svartkjaftur í føroyskum øki

Smáur svartkjaftur í føroyskum øki
Fyribils úrslit frá svartkjaftakanningunum sunnan fyri Føroyar vísa, at nógvur smáur svartkjaftur stendur í føroyskum øki
 
09.04.2014 - 14:45

Tað eru Magnus Heinason saman við fýra øðrum rannsóknarskipum, sum hevur gjørt kanningarnar. Fyribilsúrslitini vísa, at talan er um 1-3 ára gamlan fisk, sum er óbúgvin, upplýsir Havstovan. Hesin svartkjafturin verður standandi í økinum, meðan tann størri búni svartkjafturin ferðast til gýtingarøkini um ársskiftið.

Tær stóru nøgdirnar av svartkjafti, ið hevur gýtt longur suðuri í ES sjógvi, eru enn ikki komnar norður í føroyskt øki. Serliga nógv av eitt ára gomlum svartkjafti var í føroyskum øki í ár, hetta er 2013 áragangurin. Árini fyri hava vit sæð 2009, 2010 og 2011 árgangirnar í kanningunum, og um 2013 árgangurin eisini kemur fyri seg, eru bjørt útlit fyri svartkjaftastovninum komandi árini, upplýsir Havstovan.

Kanningin er skipað sum altjóða felagskanning undir ICES, har Føroyar luttaka saman við Noregi, Írlandi, Hollandi og Russlandi. Hini skipini hava kannað økini longri suðuri. Samlaða nøgdin, har tølini frá øllum rannsóknarskipunum verða við, verður roknað á fundi á Havstovuni beint eftir Páskir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 5. januar
Nú er kósin sett og vit hyggja at 2026
202259
Mánadag 5. januar
Morgunlestur mánadagur 5.januar 2025
202087
Sunnudag 4. januar
Ættirnar syngja og suða
202225
Sunnudag 4. januar
Bolero - Nýggjárstónleikur
202219
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 4. januar
Møti hjá Frelsunarherinum
202233
Sunnudag 4. januar
Andakt við Rasmus Petersen
202230
Fríggjadag 2. januar
Veðrið
202182
Hósdag 1. januar
Upp á gólv
202150