Avlurtingarpakkin verður viðgjørdur eftir páskir

Avlurtingarpakkin verður viðgjørdur eftir páskir
Rættarnevndin fer aftur eftir páskir at viðgera avlurtingarpakkan, og mikudagin 23. apríl viku hevur Jógvan Páll Lassen, advokatur, fingið fundarboð
 
14.04.2014 - 11:10

Jógvan Páll Lassen heldur ikki, at ætlaðu lógarbroytingarnar eru neyðugar, sum landsstýrið vil hava settar í verk í Føroyum, so politiið fær betri amboð at kanna fólk, sum eru undir illgruna fyri brotsverk. 

Avlurtingarpakkin endaði aftur í rættarnevndini, tí ein meiriluti í tinginum samtykti at beina málið aftur hagar, tá tað var til triðju viðgerð hósdagin.

Fimm samgongutingmenn tóku undir uppskotinum um at beina málið aftur í nevnd.

Reimund Langgaard úr Sambandsflokkinum, sum var millum teirra, ið atkvøddu fyri at beina málið aftur í rættarnevndina, hevur sagt, at hann væntar, at tað fer at eydnast at samansjóða sjónarmiðini og leggja nýtt álit fyri tingið eftir páskir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. november
Beinleiðis úr Studio 5 - Fróði Bjarnason
217100
Fríggjadag 27. november
RagnarRokk: Serena Cherry um Extinguish Thy Flame
215806
Fríggjadag 27. november
TEMAPLÁTAN 40: 'True Blue', Madonna, 1986
217072
Hósdag 26. november
RagnarRokk 26.november 2026
216439
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217111
Hósdag 26. november
PAZ
217069
Hósdag 26. november
Veðrið
217056
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960