- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hjálandastýrið skal kannast

Tað hevur fingið ilt í báðar grønlendsku fólkatingslimirnar, skrivar Jyllands-Posturin.
Okkara felags søga er hóast alt 300 ár, har Danmark hevði valdið, og tí er tørvur á sáttargerð, sigur Sara Olsvig, fólkatingskvinna fyri flokkin IA.
Danska stjórnin: ikki tørvur á sáttargerð
Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharri, hevur gjørt greitt, at Danmark fer ikki velja umboð í nevndina, tí hon heldur ikki, at Danmark hevur tørv á nakrari sáttargerð við Grønland.
Hin grønlendska fólkatingskvinnan, Doris Jacobsen úr Siumut, vísir á, at Kanada hevur í fleiri ár kannað søguliga ágangin á inuittar.
Danmark eigur at gera tað sama, skulu vit fáa góð viðurskifti millum Danmark og Grønland, sigur hon. Doris Jacobsen eftirlýsir samstundis eina almenna umbering fyri tað órættvísi, sum danir hava fram framt í Grønlandi, sum hon málber seg.


























