Stuðla møguligum grønlendskum strandalandaynski

Stuðla møguligum grønlendskum strandalandaynski
Danmark stuðlar Grønlandi, um grønlendingar ynskja at gerast strandaland. Tað sigur danski fiskivinnumálaráðharrin, Dan Jørgensen
 
17.04.2014 - 14:16

Grønland fer at fáa fullan stuðul frá donsku stjórnini, um Grønland vil hava status sum strandaland í samband við samráðingar um makrel. Tað skrivar danski føðslumálaráðharrin, Dan Jørgensen, í svari sínum til grønlendska fólkatingslimin Saru Olsvig, úr Inuit Ataqatigiit, IA, sambært grønlendska blaðnum Sermitsiaq.
Sara Olsvig spurdi danska ráðharran, hvussu stjórin fyrihelt seg til semjuna millum ES, Føroyar og Norra um makrelin.
Í svarinum sigur Dan Jørgensen, at semjan um makrelin er gjørd millum ES, Norra og Føroyar, sum hava yvirtikið fiskivinnupolitikkin, og sum sjálvar hava samrátt seg til avtaluna. Danmark er ikki sjálvstøðugur partur av avtaluni.
Um so er, at Grønland vil hava status sum strandaland, tá tað ræður um makrelin, og vil vera partur av einari komandi strandalandasemju um makrel, fer danska stjórnin at stuðla ynskinum og veita praktiskan stuðul í tann mun tað er relevant, svarar danski føðslumálaráðharrin.
ES heldur, at kvotan í royndarfiskiskapinum eftir makreli í grønlendskum sjógvi er alt ov høg.
- 100.000 tons er munandi hægri, enn tað, ið ES heldur vera royndarfiskiskap, og ES heldur ikki, at tað ber til at rættvísgera kvotuna við at vísa til vísundalig atlit, kemur fram í svarinum frá danska føðslumálaráðharranum

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037