Vinnutíttleikin í Føroyum hægstur í Evropa

Vinnutíttleikin í Føroyum hægstur í Evropa
Tað vísa tøl frá fólkateljingini, Manntali
 
20.04.2014 - 10:49

Vinnutíttleiki er arbeiðsfjøldin. Tað vil siga, tey ið eru virkin ella tøk á arbeiðsmarknaðinum í prosentum av øllum fólkatalinum í vinnuførum aldri. Í manntalið vóru hetta fólk millum 15 og 75 ár.

34 lond eru við í yvilitinum hjá Manntali, og Føroyar, Ísland og Sveis eru í einum flokki fyri seg.

Í Føroyum og Íslandi er vinnutíttleikin 78 prosent og í Sveis er hann 75 prosent.

Síðani eru 19 lond, har vinnutíttleikin liggur millum 71 og 63 prosent.

Niðast eru 12 lond, har vinnutíttleikin er frá 60 niður í gott 50 prosent.

Føroyar og Ísland skilja seg burturúr við at liggja hægri enn hini londini í flestu aldursbólkunum. Serliga skilja vit okkum út við at hava hægri vinnutíttleika hjá teim yngstu og serstakliga hjá teim elstu.

Í Danmark er vinnutíttleikin 70 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
Vikuskiftið 3 mei 2024
174604
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Fríggjadag 3. mai
«Alt mítt er títt, og títt er mítt»
174541
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444