Ein afturat í varðhald

Ein afturat í varðhald
23 ára gamal maður noktar seg sekan í at hava verið við í ráninum í Havn
Tvær grundlógaravhoyringar hava verið um ránið í Húsagøtu annað páskakvøld
 
24.04.2014 - 08:18

Ein 23 ára gamal maður varð í gjár varðhaldsfongslaður í fýra vikur. Hann er skuldsettur fyri at hava verið við í ráninum í Havn annað páskakvøld. Men hann noktar seg sekan, og hann kærdi avgerðina hjá Føroya rætti til Eystara landsrætt.  

Týskvøldið varð ein 20 ára gamal maður eisini varðhaldsfongslaður í fýra vikur. Hann hevur játtað seg sekan í at hava átt lut í ráninum í túninum hjá BankNordik í Húsagøtu í Havn annað páskakvøld. 

Tveir aðrir menn vórðu tiknir týsdagin. Men eftir grundlógaravhoyringina týskvøldið vórðu teir latnir leysir.

Fjølmiðlar hava fingið forboð móti at endurgeva tað, sum er sagt í báðum grundlógaravhoyringunum um ránið í Havn, tí sambært politinum og Føroya rætti kann tað órógva kanningarnar hjá politinum.

Enn er ikki upplýst, hvussu nógvir pengar blivu tiknir frá kvinnuni, sum seint annað páskakvøld fór úr SMS í BankNordik við pengunum, sum matstovurnar í sølumiðstøðini høvdu selt fyri tann dagin.

Pengarnir vóru í trimum mappum, men bara tann varð stolin. 

 

  

  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952