Atlantsflog keypir partapening aftur

Atlantsflog keypir partapening aftur
Nærum allir privatu partaeigararnir vilja selja, sigur Atlantsflog
 
25.04.2014 - 12:54

Nevndin í Atlantsflog hevur fingið tilsøgn frá at kalla øllum, privatum partaeigarum, sum vilja selja til kurs 210.

Felagið hevur fingið tilsøgn um at keypa tilsamans 286.172 partabrøv aftur fyri kurs 210. 

Privatu partaeigararnir høvdu freist til týsdagin klokkan 16 at boða frá, um tey vildu selja partabrøv síni.

Løgtingið samtykti í februar, at nevndin í felagnum kann keypa partabrøvini aftur, sum vórðu seld, tá triðingurin av felagnum varð einskildur í 2007.

Atlantsflog eigur nakað av peningi at keypa partabrøvini fyri, men verður eisini noytt at taka nakað í láni, fyri at fíggja keypið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290