Nevningarnir fara nú at taka støðu

Nevningarnir fara nú at taka støðu
12 nevningar skulu taka støðu til, um ein 18 ára gamal maður í Hvannasundi er sekur í drápsroynd, ella um hann skal dømast fyri harðskap
 
06.05.2014 - 15:02

Í morgin er steðgur í nevningatinginum í Føroya rætti, har 12 nevningar skulu taka støðu til, um ein 18 ára gamal maður í Hvannasundi er sekur í drápsroynd, ella um hann skal dømast fyri harðskap.

Eingin ivi er um, at tað var maðurin, sum sunnumorgunin 14. juli í fjør fór inn í tvey hús, og særdi fýra fólk. Hann er ákærdur fyri drápsroynd.

Heldur fast við kravið

Ákærin heldur fast við kravið um drápsroynd, men tak nevningarnir ikki undir við tí, so eigur maðurin at verða dømdur fyri serliga grovan harðskap. Verjin sigur, at eingi prógv eru um drápsroynd, og tí má maðurin dømast fyri harðskap.

Tað seinasta, sum hendi í rættinum í dag, var, at verjin og ákærin gjørdu viðmerkingar til tað, sum partarnir høvdu ført fram í proceduruni, ella tá teir tóku samanum.

Í morgin verður eingin rættarfundur. Rætturin verður settur aftur hósmorgunin kl. 9.15.

Nevningarnir kunnaðir

Tá fer dómarin at kunna nevningarnar um, hvørjar reglur eru galdandi í rættinum, og hvussu farast skal fram, tá nevningarnir skulu taka støðu. Tá tann parturin er liðugur, fara nevningarnir saman, og teir skulu so taka støðu til, um ákærdi maðurin er sekur ella ikki.

Dómarin skal vegleiða nevningarnar, men hann verður ikki við til at taka endaligu avgerðina.

Tað kann taka rúma tíð hjá nevningunum at koma til eina niðurstøðu. Minst átta av nevningunum skulu vera samdir. Tá nevningarnir eru komnir við sínari niðurstøðu verður revsingin ásett.

Fólkini sum vórðu særd, hava sett fram endurgjaldskrav. Endurgjaldskrøvini skulu kannast, og tí er upphæddin ikki upplýst.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. juli
Guðstænasta úr Fjósinum á G!
211114
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098