Eik Grunnurin: Taka støðu til eykajáttan í dag

Eik Grunnurin: Taka støðu til eykajáttan í dag
Johan Dahl, landsstýrismaður, vil ikki siga enn, um hann fer at biðja um eykajáttan ella frávik frá vanligum játtanarreglum
 
08.05.2014 - 10:58

Johan Dahl, landsstýrismaður, hevur í dag fingið eitt upprit frá umsitingini um hvat skal henda víðari í málinum  um kanningini av Eik Grunninum. 

Málið hevur skund, og sambært landsstýrismanninum  verður uppritið viðgjørt politiskt  í dag. Støða verður eisini tikin í dag, um og hvussu peningurin skal játtast til at gera kanningina av EIk Grunninum lidna. Johan Dahl vil ikki siga, um hann fer at biðja um eykajáttan, ella um biðið verður um frávik frá vanligum játtanarreglum. Tað er millum annað tað, sum støða skal takast til í dag, sigur Johan Dahl í stuttari viðmerking.

Næstseinasti tingfundur í hesari tingsetuni er í dag, og seinasti vanligi tingfundurin verður í morgin, áðrenn løgtingið fer í summarfrí. 

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, gjørdi greitt í tinginum fyrr í vikuni, at kanningin av Eik Grunninum eigur at halda fram, og at neyðugur peningur má játtast til endamálið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659