Viðareiðistunnilin: Boringin byrjar 1. september

Viðareiðistunnilin: Boringin byrjar 1. september
Fyrireikingararbeiðið at gera Viðareiðistunnilin er byrjað. Arbeiðið at gera vegirnar til tunnilin byrjar umleið 1. juni
Boringin í Viðareiðistunlinum byrjar 1. september. Umleið 1. juni byrjar arbeiðið at gera vegirnar
 
22.05.2014 - 09:15

Landsverk bjóðaði arbeiðið at gera tunnilin út í september í fjør, og inn komu fýra tilboð. Lægsta tilboðið, 174 milliónir krónur, hevði fyritøkan Articon.

Articon fekk arbeiðið og síðan eru sparingar gjørdar, soleiðis at verkætlanin lýkur fíggjarkarmin í verklagslógini, sum er 162 milliónir krónur, stendur á heimasíðuni hjá Landsverki.

Á verandi farleið eru trupulleikar við grót- og skriðulopum, umframt at stórur partur av vegnum er einbreytaður, og tí er neyðugt at dagføra og tryggja farleiðina til Viðareiðis.

Tunnilsloysnin, sum nú verður farin undir, fevnir um ein umleið 1.950 metrar langan tunnil úr Hvannasundi til Miðdals.

Í Hvannasundi verður nýggjur vegur til tunnilsmunnan gjørdur, og nýggjur vegur frá Miðdali til Viðareiðis verður gjørdur. Nýggja vegalongdin verður umleið fýra kilometrar tilsamans.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262