Grannarnir í Gundadali framvegis ósigraðir

Grannarnir í Gundadali framvegis ósigraðir
Bæði HB og B36 vunnu í dag við tveimum málum í móti einum. Eina løtu sá tað út til at B36 fór at taka eitt størri fet frá HB á stigatalvuni
 
25.05.2014 - 17:04

B36 er enn oddalið í Effodeildini. Víkingur var tó nær við at javna til 2-2, men B36 kláraði at hála sigurin í hús. 

B36-Víkingur 2-1 (0-2)

0-1: 5 min Adeshina Lawal
0-2: 35 min Lukasz Cieslewicz
1-2: 60 min Finnur Justinussen

 

HB kom aftur í dystinum í Klaksvík móti KÍ. Rodrigo Silva legði KÍ á odda, men liðskiparin hjá HB Fróði Benjaminsen vendi einum tapi til ein sigur.

KÍ-HB 1-2 (1-0)

1-0: 28 min Rodrigo Silva
1-1: 50 min Fróði Benjaminsen
1-2: 73 min Fróði Benjaminsen

 

 

Skála fekk enn einaferð bert eitt stig. Tað var EB/Streymur sum legði seg á odda við einum brotssparki frá Hans Paula Samuelsen.
Skála svaraði aftur í fyrra hálvleiki, og síðani komu ikki fleiri mál í dystinum.
 

Skála EB/Streymur 1-1 (1-1)

0-1: 19 min Hans Pauli Samuelsen
1-1: 27 min Ólavur Mikkelsen

 



AB tapti í dag stórt á heimavølli móti NSÍ. Hetta er størsta tapið í Effo deildini í ár. Eftir ein málturk skoraði toppskjýttin hjá NSÍ, Klæmint Olsen heili 4 mál fyri NSÍ.

AB-NSÍ 0-7 (0-5)

0-1 6 min Klæmint Olsen
0-2 17 min Klæmint Olsen

0-3 25 min Jógvan Isaksen (sjálvmál)
0-4 38 min Andy Olsen
0-5 40 min 
Árni Fredriksberg
0-6 66 min 
Klæmint Olsen
0-7 80 min 
Klæmint Olsen

 

Fimti dysturin í 10. umfari er í morgin.Tá tekur B68 í móti ÍF á Svangaskarði. 

B36 og HB varðveita fyrsta og annað plássið á stigatalvuni. Men nú hevur NSÍ hálað seg upp á eitt triðja pláss.
Øll liðini uttan B68 og ÍF hava spælt 10 dystir. Tískil skal stigatalvan takast fyrivarni tá B68 og ÍF bert hava spælt 9 dystir. 

Stigatalvan

B36                 26
HB                  24
NSÌ                 14
Víkingur         13
EB/Streymur   13
KÍ                   13
ÍF                    11
B68                   8
AB                    7
SKÁLA             5

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. apríl
B68 gjørdi bart
207296
Mánadag 20. apríl
Morgunlestur mánadagur 20.apríl 2026
207134
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Sunnudag 19. apríl
Bolero 19 apríl 2026
207265
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta í Vágs kirkju
207283
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227