- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rósa spyr um sambýlispláss í Vágum

Rósa Samuelsen sigur í fyrispurningi til Anniku Olsen, at tað frættist alment, at Almannaverkið arbeiðir við at niðurleggja sambýlispláss í Vágum og flyta tey aðrastaðni at búgva, men tað góðtekur hon ikki.
Hon sigur, at tað er als ikki politiskur vilji at niðurleggja eitt einasta búpláss í Vágum, men at uppraðfesta og seta á stovn nýggj tíðarhóskandi virknis- og bútilboð í staðin fyri tey, sum eru í dag.
Rósa Samuelsen sigur, at stórur tørvur er á útslúsingar-, umlættingar- og virkistilboðum, og at tey verða uppraðfest bæði í Vágum og miðstaðarøkinum.
- Tað kemur ikki upp á tal at niðurleggja eitt einasta búpláss í Vágum, sigur Rósa Samuelsen í viðmerkingunum til fyrispurningin til Anniku Olsen.


























