Fundurin liðugur - løgmaður onga viðmerking

Fundurin liðugur - løgmaður onga viðmerking
Fundurin í Sambandsflokkinum um politisku støðuna endaði um tvey tíðina
Fundurin í Sambandsflokkinum endaði um tvey tíðina seinnapartin
Mynd: KvF  
 
02.06.2014 - 14:52

Enn er ógreitt, hvørja avleiðing tollmálið hjá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, fær fyri samgonguna.

Sambandsflokkurin hevur sitið á fundi í 4-5 tímar í dag at viðgera støðuna, men stutt eftir klokkan tvey, sum vóru á fundi, hvør til sítt.

Tingbólkurin hjá Sambandsflokkinum heitti einmælt á løgmann um at biðja Jørgen Niclasen fara frá sum landsstýrismaður orsakað av tollmálinum. Hesum sýtti Jørgen Niclasen fyri. Og nú hevur so Sambandsflokkurin sitið á fundi í dag at viðgera, hvat nú skal henda.

Løgmaður segði fyri útvarpinum hósdagin, at fýra møguleikar vóru til at taka: At skriva út nýval, at taka Sambandsflokkin úr samgonguni, at Fólkaflokkurin fer úr samgonguni, og so at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum umhugsaði sína støðu sera gjølla.

Løgmaður hevði onga viðmerking, tá fundurin hjá Sambandsflokkinum var liðugur um tvey-tíðina seinnapartin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744