Kæra aftur um hitamiðstøðina í Hoyvík

Kæra aftur um hitamiðstøðina í Hoyvík
Eigarafefeløg og heilsutsravsfólk halda ikki, at broytingarnar í nýggju góðkenningini, bøta um vandan við hitamiðstøð, sum brennur olju
Ætlanin at byggja hitamiðstøð í Hoyvík er kærd eina ferð enn
 
04.06.2014 - 10:13

Eigarafeløgini inni á Gøtu og í Hoyvíkshaganum hava nú kært avgerðina at lata Fjarhitafelagið byggja eina hitamiðstøð í Hoyvík. Eisini hava heilsustarvsfólk, sum búgva í økinum, sent eina kæru í málinum. 

Fjarhitafelagið fekk góðkenningina fyri nøkrum vikum síðan. 

Í nyggju góðkenningini, sum Fjarhitafelagið fekk, stendur millum annað, at roykurin frá hitamiðstøðini skal ikki bera í sær heilsuvanda, ella vera til ampa hjá fólki í nærumhvørvinum. Fjarhitafelagið skal eisini fyribyrgja, at olja og dálkandi evni fara út í umhvørvið, og óljóð, ristingar og geislingar frá hitamiðstøðini skulu avmarkast sum mest. 

Men eigarafeløgini og heilsustarvsfólkini í býlinginum halda ikki, at tær broytingarnar, sum eru gjørdar í nýggju góðkenningini, bøta um vandarnar við einari hitamiðstøð, ið brennur olju. 

Savna eisini undirskriftir

Eigarafeløgini hava eisini savnað undirskriftir hesa seinastu tíðina at mótmæla hitamiðstøðini.  Í skrivinum til undirskriftinnsavningina stendur millum annað, at broytingarnar hava ikki bøtt um heilsuvandarnar, sum kunnu standast av einari hitastøð, ið brennur olju. 

"Sannføring okkara er ongantíð so greið sum nú: Váðin er alt, alt ov stórur til, at vit tora at festa alt okkara álit á nakrar modellútrokningar við alt ov stórum óvissu-marginalum", skriva eigarafeløgini.

Eigarafeløgini halda, at meginreglan yvirhøvur at byggja eina hitamiðstøð í einum øki við vanligum sethúsum er skeiv og ótíðarhóskandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Morgunlestur týsdagur.
210558
Mánadag 6. juli
Oyggjar undir trýsti -1. partur
210473
Mánadag 6. juli
Fótbóltsprát 6. juli 2026
210577
Mánadag 6. juli
Poppverturin 6
208459
Mánadag 6. juli
Praktikanturin #18: Katrin Reistrup
210569
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521