Barsilsskipanin: Kæra kemur øllum til góðar

Barsilsskipanin: Kæra kemur øllum til góðar
Ein pápi kærdi Barsilsskipanina, tí hann helt seg hava fingið ov lítið í barsilspengum
 
05.06.2014 - 14:25

Ein avgerð hjá Kærunevndini hjá Barsilsskipanini kemur nú øllum til góðar, sum eru í somu støðu sum pápin, sum í fjør kærdi Barsilsskipanina, tí hann helt seg hava fingið ov lítið í barsilspengum.

Tað hevur Kærunevndin fingið at vita frá Barsilsskipanini og Vinnumálaráðnum.

Fáa munin

Øll, sum hava fingið somu avgerð frá Barsilsskipanini eftir 2.desember í fjør, tá Kærunevndin tók sína avgerð, fáa munin millum tað, tey fingu í barsilspengum, og tað, tey eiga at fáa sambært Kærunevndini. Hini málini, sum eru eldri, skulu venda sær til Barsilsskipanina fyri at fáa eina nýggja avgerð.   

Kærunevndin hjá Barsilsskipanini hevur givið tveimum monnum viðhald, tí Kærunevndin sigur, at Barsilsskipanin tulkaði og umsat lógina um barsilsskipan skeivt. Tað gjørdi Barsilsskipanin, tá hon avgjørdi, hvussu nógvar barsilspengar, fólk fingu, tá tey fóru í barsilsfarloyvi í styttri tíð enn ein mánað. 

Tey fingu ov lítið, sigur Kærunevndin. Hon avgjørdi, at tveir pápar, sum kærdu avgerðir hjá Barsilsskipanini, skulu fáa nakrar túsund krónur afturat haðani.

Tingið broytt lógina

Nú hevur løgtingið broytt lógina eftir uppskoti frá Vinnumálaráðnum. Lógin er nú orðað soleiðis, at eingin ivi skal vera um, at tey, sum umsita hana, tulka og umsita hana rætt. Og lógin er broytt soleiðis, at hon nú svarar til tulkingina og umsitingina hjá Barsilsskipanini.

Og sambært Kærunevndini eiga tey pengar til góðar, sum fingu ov lítið frá Barsilsskipanini, tí skipanin, sambært Kærunevndini, umsat lógina skeivt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 1. mai
Vikuskiftið 1 mei 2026
207813
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta í Havnar kirkju
207806
Hósdag 30. apríl
RagnarRokk 30.apríl 2026
207342
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810
Fríggjadag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207805
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472
Hósdag 30. apríl
Sært tú fuglin? III 3:4
207786