- Tíðindi, mentan og ítróttur
Marknagilsdepilin: Ósemja um leiðslubygnaðin

Semja er ikki um yvirskipaða leiðslubygnaðin í Marknagilsdeplinum.
Meirilutin mælir til, at ovasta leiðslan verður ein depilsstjóri, sum mótvegis landsstýrismanninum fær evstu ábyrgdina av virkseminum í Marknagilsdeplinum. Harafturat eigur at setast ein tilmælandi og ráðgevandi nevnd, sum vísir beinleiðis til depilsstjóran.
Nevndin skal millum annað hava ábyrgd av inntøkufíggjaða virkseminum hjá skúladeplinum. Sjálvsognarstovnarnir, - Tekniski skúli og Handilsskúlin, mæla til, at ovasta leiðslan verður eitt stýri, sum mótvegis landsstýrismanninum fær evstu ábyrgd.
Bjørn fingið álit
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, fekk í gjár álitið um, hvussu bygnaðurin í Marknagilsdeplinum skal skipast.
Landsstýrismaðurin bað í desember í fjør 12 fólk í leiðslunum í Føroya Studentaskúla, Føroya Handilsskúla í Tórshavn og Tekniska Skúla í Tórshavn, Yrkisdeplinum og Mentamálaráðnum gera tilmæli um, hvussu berast skal at, tá teir tríggir miðnámsskúlarnir í høvuðsstaðnum skulu undir felags leiðslu og umsiting í Marknagili í 2016.
Fer nú at viðgera tilmælini
Og tey tilmælini fekk Bjørn Kalsø í gjár. Hann sigur, at hann fer nú at taka støðu til nógvu tilmælini í álitinum. Arbeiðssetningurin hjá nevndini var umfatandi. Og tað gjørdist skjótt greitt, sigur nevndin, at nakrir spurningar í arbeiðssetninginum elva til nýggjar spurningar.
Fyri ikki at tarna viðgerðini, mælir nevndin tí til fyribils loysnir í teimum førum, har sum uppskot hjá nevndini krevja víðari viðgerð og støðutakan.























