South Pelagic ongan svartkjaft

South Pelagic ongan svartkjaft
Høvdu heldur ikki svartkjaftakvotu í fjør
 
09.06.2014 - 11:16

Reiðaríið South Pelagic sleppur ikki at fiska svartkjaft í ár.

Ting.fo skrivar, at Vørn hevur boðað felagnum, sum eigur Grunnabarð frá, at felagið ikki fær rættindi til svartkjaft í 2014.

Víst verður til, at svartkaftaloyvi sambært einari kunngerð frá desember í fjør verða latin eigarum at skipum, sum høvdu loyvi at fiska svartkjaft í fjør.

Og tað hevði South Pelagic ikki.

Felagið, sum eigur Grunnabarð hevur eisini søkt Fiskimálaráðið um rættindi at fiska makrel og sild í ár, men tann kunngerðin er ikki lýst enn, og tí hevur felagið í Vági ikki fingið svar uppá ta umsóknina.

Grunnabarð varð flutt til Thor í 2013 og fiskaði makrel fyri felagið í Hósvík tá.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659