Løgmaður og Jacob Vestergaard ráðføra seg um sild

Løgmaður og Jacob Vestergaard ráðføra seg um sild
Alt bendir á, at rættarmálini móti ES og handilsforðingarnar móti Føroyum verða tiknar av
Jacob Vestergard og løgmaður fara á fund i Uttanlandsnevndini seinnapartin
 
11.06.2014 - 07:45

Klokkan eitt í dag fara Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, og Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, at ráðføra seg við Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum um sildakvotuna fyri 2014 og um at taka aftur rættarmálini móti ES um handilsforðingarnar móti Føroyum.

At landsstýrið ætlar at tosa við Uttanlandsnevndina um at taka aftur tey bæði gerðarrættarmálini móti ES, bendir á, at ES góðtekur føroysku sildakvotuna, sum ætlanin er at áseta, og tí fer at strika boykottið, sum varð kunngjørt 28.august í fjør. 

Sambært ES og hinum strandarlondunum eiga føroyingar knappliga 5,2 prosent av heildarkvotuni. Í fjør var føroyska sildakvotan 17 prosent.

Millum 5,2 og 17 prosent

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur higartil ikki viljað sagt, hvussu stór kvotan verður í ár. 

Hann hevur bara sagt, at hon verður størri enn 5,2 prosent og minni enn 17 prosent. Og tað skilst á honum, at ES góðtekur kvotuna, ætlanin er at áseta í ár.   

Av tí at formaðurin í Uttanlandsnevndini, Jákup Mikkelsen í Fólkaflokkinum, er burturstaddur, verður Høgni Hoydal í Tjóðveldi, næstformaður, í formanssessinum í dag. Og Hanus Samró er varalimur hjá Jákupi Mikkelsen. Sambært stýriskipanarlógini ráðførir landsstýrið seg við Uttanlandsnevndina, áðrenn avgerðir verða tiknar, sum hava stóran uttanlandspolitiskan týdning.

Ráðførslurnar eru sum oftast í trúnaði, so einki fæst at vita um tær.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744