Niðurlendska skipið dálkaði ikki Trongisvágsfjørð

Niðurlendska skipið dálkaði ikki Trongisvágsfjørð
Alt bendir á, at tað verður ongantíð staðfest, hvaðani olja kom, sum dálkaði Trongisvágsfjørð tann 25.september í fjør
 
12.06.2014 - 07:49

Tað var heldur ikki olja frá niðurlendska skipinum, sum var á Trongisvágsfirði seint í september í fjør, sum dálkaði fjørðin.

Tað fekk Tvøroyrar kommuna at vita frá fútaskrivstovuni í gjár.

Trý skip vóru á Trongisvágsfirði, Smyril og tvey útlendsk skip, tá olja dálkaði fjørðin. Royndir vórðu tiknar av oljuni hjá øllum skipunum. Hon er síðani samanborin við oljuna á sjónum. Úrslitið er, at oljan stavar ikki frá teimum trimum skipunum.

Niðurstøðan um oljuna hjá niðurlendska skipinum kom frá lærda háskúlanum í Aarhus nú í vikuni.

Kommunan vil hava pengarnar

Tvøroyrar kommuna hevur strongt á at fáa at vita, hvaðani oljan stavaði, tí kommunan brúkti eina hálva millión krónur til upprudding. Og teir pengarnar vil kommunan hava frá tí, sum dálkaði.

Men nú bendir alt á, at tað verður ongantíð staðfest, hvaðani olja kom, sum dálkaði Trongisvágsfjørð tann 25.september í fjør. 

Linda Hesselberg á fútaskrivstovuni sigur, at hon ætlar fyrst at lesa greiningina um oljuna hjá niðurlendska skipinum, áðrenn hon tekur avgerð um málið. Men niðurstøðan í greiningini er, at oljan stavaði ikki frá skipinum. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
Eitt korter við jazzi
212647
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439