- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú verður skjótt lættari at yvirhála
Nú verður skjótt lættari at yvirhála
Arbeiðið at víðka vegin millum Valaknúkar og Gøtueiði verður væntandi liðugt innan 1. juli í ár

Vegurin millum Valaknúk og Skipanes
Mynd: Landsverk
20.06.2014 - 14:31
Landsvegurin millum Valaknúkar og Gøtueiði hevur onga vegøksl. Vegøkslin er tað slætta øki fram við vegnum, uttan fyri sjálva akbreytina. Og tí hevur Landsverk síðani desember í fjør, arbeitt við at breiðka vegin og rætta hann upp, soleiðis at yvirhálingsmøguleikarnir gerast betri.
Eisini verður veitin niðaneftir breiðkað. Hetta er fyrsta byggistigi í arbeiðnum at breiðka vegin, og verður also væntandi liðugt innan 1. juli, skrivar Landsverk á heimasíðu síni. Arbeiðið er mett at kosta 4,5 milliónir krónur.
Mynd: Landsverk
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























