B36 og Linfield møtast aftur

B36 og Linfield møtast aftur
B36 skal spæla móti norðurírska Linfield FC í Evropa League. Liðini møttust eisini í 2012
 
23.06.2014 - 12:13

Seinast B36 møtti FC Linfield úr Norðurírlandi var neyðugt við brotssparkskapping fyri at skilja partarnar.

Báðir dystirnir endaðu 0-0. Linfield vann 4-3 í brotssparkskappingini.

Hetta er triðja árið á rað, at Linfield kemur til Føroya at spæla.

Í fjør vunnu teir á ÍF.

Linfield endaði í ár nummar tvey í norðurírsku landskappingini. Teir endaðu seks stig aftan fyri Cliftonville á fyrsta plássi.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037