Hava bert fingið triðingin av sjálvuppgávunum

Hava bert fingið triðingin av sjálvuppgávunum
Nú kunnu roknskapur og sjálvuppgáva bert latast inn til Taks talgilt, men treytin er at hava atgongd til Vinnugluggan
 
23.06.2014 - 10:37

Nú ein vika er eftir hjá partafeløgum at lata roknskap og sjálvuppgávuna inn, hevur TAKS bert fingið ein triðing av sjálvuppgávunum og roknskapunum, vísir ein uppgerð hjá stovninum.

Hetta er fyrsta árið, har tað við lóg er kravt, at sjálvuppgávur og roknskapir skulu latast inn talgild um Vinnugluggan hjá TAKS, og tí kki kunnu latast inn á pappíri longur. Somuleiðis skulu skjølini, sum Skráseting Føroya skal hava, nú eisini latast inn um Vinnugluggan.

Neyvari hagtøl

Við talgildu innlatingini av sjálvuppgávunum fær TAKS nógv neyvari hagtøl fyri innlatingina enn áður. Við nógv størri neyvleika sæst nú í skásetingarskipanini hjá TAKS, nær sjálvuppgávurnar verða latnar inn, og eisini hvussu nógvar eru latnar inn. 

Hetta er fyrsta árið, har alt kemur inn talgilt, og tí hevur TAKS ikki líknandi hagtøl frá undanfarnum árum at samanbera við. Tí er eisini trupult at siga, um tað er vanligt, at so nógv bíða til síðstu løtu.

Ikki órólig

- Av royndum vita vit, at rættiliga nógv verður latið inn beint upp undir innlatingarfreistina, og tí eru vit sum so ikki órólig. Munurin í ár er tó tann, at øll feløgini mugu hava atgongd til Vinnugluggan fyri at kunna lata inn. Um feløgini enn ikki hava fingið atgongd til Vinnugluggan, so kann vandi vera fyri, at tey ikki fáa latið sjálvuppgávuna inn til tíðina, og tað er óheppið, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri, í tíðindaskrivi.

Tað er Taks, sum gevur feløgum atgongd til Vinnugluggan.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290