Fiskimenn: Toskurin er betur fyri

Fiskimenn: Toskurin er betur fyri
Fiskidaganevndin mælir til sama fiskidagatal næsta fiskiár, sum byrjar 1. september
Fiskidaganevndin sigur, at alt bendir á, at toskastovnurin er betur fyri nú
Mynd: Nes kommuna  
 
24.06.2014 - 07:44

Toskurin er betur fyri nú. Og hjá hýsuni og upsanum er eisini framgongd.

Tað siga fiskimenn, sum Fiskidaganevndin hevur spurt í sambandi við tilmælið um fiskidagarnar næsta ár. 

Høvuðsorsøkin til, at støðan hjá bornfiskinum er batnað, eru náttúrugivnu umstøðurnar. Tær eru betri í ár enn undanfarin ár. Meira æti er nú í sjónum. Og nógv meira nebbasild er í maganum á fiskinum. Nógvir fiskimenn siga eisini, at nógv ár eru síðani, at teir hava sæð so nógvan svartfugl sum í ár. Svartfuglurin er ein góð ábending um, hvussu nógv føði er í sjónum. 

Støðan batnað

Fiskidaganevndin sigur, at kanningin gevur greiðar ábendingar um, at støðan hjá toskinum er batnað. Fiskimenn siga, at nógv meira er til av toski, og tilgongdin er betri enn undanfarin ár. Toskurin er stórur og feitur, tó við góðum uppíblandi av smáum støddum. Tað sama siga fiskimenn um hýsuna. Hon er í framgongd. Støðan í ár er nógv betri enn undanfarin ár. 

Allar støddir eru at fáa, og hýsan er sum heild feit.  Hjá upsanum er støðan er nakað frægari í ár enn undanfarin ár, sigur fiskimenninir, sum Fiskidaganevndin hevur spurt. Upsin er av góðari blandaðari stødd og feitur. Tilgongdin tykist tó framvegis ikki verða góð, hóast hon verður mett at vara eitt vet betri í ár enn í fjør. 

Fiskidaganevndin mælir landsstýrismanninum í fiskivinnumálum til at áseta sama fiskidagatal næsta fiskiár sum í verandi fiskiári. Í Fiskidaganevndini eru feløgini hjá skipum og bátum, sum hava fiskidagar, og Fiskimannafelagið. 

Havstovan ikki so bjartskygd

Fiskifrøðingar eru ikki so bjartskygdir sum fiskimenninir.

Havstovan sigur í sínum tilmæli til landsstýrismannin, at stovnarnir hjá toski og hýsu eru vorðnir so lítlir, at teir eru í undantaksstøðu. Tí er neyðugt at skerja fiskidagarnar ein fjórðing av brúktu fiskidøgunum í verandi fiskiári og at gera eina endurreisingarætlan.

Og hóast upsastovnurin er munin betur fyri enn toskastovnurin og hýsustovnurin mælir Havstovan eisini til at skerja fiskidagarnar ein fjórðing av brúktu døgunum hjá teimum, sum fiska upsa. 
  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655