Djúphavnin á Tvøroyri liðug um 14 dagar

Djúphavnin á Tvøroyri liðug um 14 dagar
Tvøroyrar kommuna hevur fingið loyvi at læna pengarnar til arbeiðið, men skuldin skal verða komin niður á aftur eina álíkning 1. januar í 2016
Mynd: Suðurrás  
 
30.06.2014 - 15:05

Nógva virksemið í uppsjóvarvinnuni á Tvøroyri hevur havt við sær, at neyðugt er at økja um møguleikarnar hjá bæði fiskiskipum og farmaskipum at sleppa til bryggju.

Tí vórðu atløgumøguleikarnir fyrst broyttir eitt sindur, men tað vísti seg ikki at vera nóg mikið. Neyðugt  var við betri plássi til nógvu og stóru skipini.

Tí skuldi eitt felag gera djúphavnina uppaftur størri. Tað komst av, at Tvøroyrar kommuna at byrja við ikki kundi fíggjað arbeiðið sjálv, tí tað fór at hava við sær, at skuldin fór upp um eina álíkning.

Fingu loyvi at læna

Tvøroyar kommuna hevði samráðingar við Fíggjarmálaráðið, og úrslitið varð, at kommunan fekk loyvi at læna pengarnar til arbeiðið, og at fara upp um eina álíkning, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri. Men treytin er, at skuldin skal verða komin niður á aftur eina álíkning tann 1. januar í 2016.

Herfyri játtaði kommunan 900.000 kr. aftrat til havnaútbyggingina. Tað var fyri arbeiði, sum kom aftrat, sigur borgarstjórin. Nú er arbeiðið við at vaksa um havnalagið komið undir land. Í morgin kemur skipið við asfaltinum, sum skal leggjast á bryggjuna.

Tá liðugt er, hevur havnin á Tvøroyri yvir 300 metrar av atløgbryggju í djúphavnini, umframt nógv pláss á landi til bingjur og annað. Ætlanin er, at nýggja havnin skal takast alment í nýtslu um tvær vikur, sigur borgarstjórin.

Best at kommunan eigur

Hann heldur tað vera best, at kommunan eigur havnina, og at kommunan fær inntøkurnar, sum havnin gevur. Tað fer at gera tað lættari at rinda íløguna aftur, sigur Kristin Michelsen.

Articon ger nýggju djúphavnina á Tvøroyri, og íløgan kostar einar 40 milliónir kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 15. mai
Vikuskiftið 15 mei 2026
208421
Fríggjadag 15. mai
LEITISSTEIN 15.05.2026 (Beinir)
208417
Fríggjadag 15. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Dorimus
208405
Fríggjadag 15. mai
Morgunlestur fríggjadagur 15.mai 2026
208061
Hósdag 14. mai
RagnarRokk 14.mai 2026
208246
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Hondbóltur: Undansending
208434
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365