ES ikki úr svartkjaftsavtaluni

ES ikki úr svartkjaftsavtaluni
Freistin at boða frá er farin. Samráðingar um býtið næsta ár byrja hálvan oktober.
Samráðingarnar um svartkjaftin í 2015 byrja hálvan oktober. Føroyar standa fyri samráðingunum hesaferð. Stovnurin er væl fyri.
 
01.07.2014 - 11:04

Nú freistin er farin, hevur ES ikki sagt upp avtaluna um svartkjaft, sum strandarlondini gjørdu fyri átta árum síðani.

ES hevur oftari enn eina ferð gjørt vart við, at ES er ikki nøgt við býtið, sum hevur verið galdandi síðani 2006.

Sambært avtaluni, sum kom í gildi í 2006, skulu londini siga frá fyri 1.juli, um tey vilja hava samráðingar um nýggjan býtislykil.

Men Fiskimálaráðið hevur einki frætt frá ES. 

ES vil hava meira 

Føroyar hava formansskapin, tá strandarlondini fara at samráðast um svartkjaft í heyst.

Tá Føroyar og ES tingaðust um føroysku norðhavssildarkvotuna og ES handilsforðingarnar í vár, skal ES hava gjørt vart við, at ES ikki longur góðtekur svartkjaftabýtið, sum kom í 2006. Hesi tíðindi vórðu tó ongantíð váttað alment.  

Sambært avtaluni frá 2006 er ein partur av heildarkvotuni settur av til NEAFC, sum Russland og Grønland so fáa.

Av tí, sum strandarlondini hava at býta millum sín, fáa Føroyar 26,1 prosent, ES 30,5 prosent, Noreg 25,7 prosent og Ísland 17,6 prosent.

Men nú vil ES, sum skilst, hava meira í sín part. 

Og ES heldur, at Ísland fær ov nógv.  

Samráðingarnar um svartkjaftabýtið í 2015 byrja hálvan oktober.   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497
Sunnudag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2026
202491
Fríggjadag 9. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202429
Fríggjadag 9. januar
Veðrið
202459