Depilin til fjølbrekað liðugur í heyst

Depilin til fjølbrekað liðugur í heyst
Á deplinum verða bæði dag- og umlættingartilboð
Mynd: Landsverk  
 
02.07.2014 - 09:36

Arbeiðið at byggja depil til fjølbrekað børn og ung í Runavík gongur væl, og eftir ætlan verður depilin liðugur síðst í oktober, skrivar Landsverk.

Á deplinum verða bæði dag- og umlættingartilboð. Ætlanin er at samskipa allar tænasturnar á einum staði, soleiðis at tilboðini, sum í dag eru pettað sundur, í framtíðini verða eitt samanhangandi heildartilboð til børn og ung við fjølbreki.

Landsverk er byggiharri, og høvuðsarbeiðstakari Byggivirkið KBH. 

Í løtuni verður bygningurin bjálvaður og klæddur, og hurðar og vindeyga verða sett í.

Nýggi depilin verður latin byggiharranum 30. oktober.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815