Kristian Martin Rasmussen í vangamyndini

Kristian Martin Rasmussen í vangamyndini
Ein av størstu vinnulívsmonnunum í landinum er vangamynd í Degi&viku í kvøld
Vinnulívsmaðurin Kristian Martin Rasmussen úr Klaksvík er vangamynd í Degi&viku
Mynd: KVF  
 
11.07.2014 - 13:43

Alt byrjar í 1972 við Borðoyarnesi og seinni Christiani í Grótinum saman við pápanum og svágrinum, men í 1981 stendur 34 ára gamli Kristian Martin Rasmussen úr Klaksvík einsamallur við ábyrgdini fyri Christiani í Grótinum. 

Avbjóðingarnar eru stórar upp gjøgnum 80'ini, men beint sum fíggjarkreppan rakar Føroyar fyrst í 90'unum, byrjar at ganga væl hjá Kristiani Martini og teimum. Og í 1998 stevnir nýggi Christian á Grótinum inn á Klaksvík, og so byrjar ein nýggjur kapittul í føroyskari vinnulívssøgu. 

Saman við trimum synum hevur hann staðið fyri størstu nýbyggingunum í fiskivinnuni, og hann er eisini í fremstu røð, tá eitt av størstu samkomuhúsunum í landinum, Betesda í Klaksvík, verður bygt.

Kristian Martin Rasmussen er gestur í vangamyndini hjá Solby Christiansdóttir í kvøld.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Mikudag 3. juni
Morgunlestur mikudagur 3.juni 2026
208841
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155