Ósemja um nevndarsess kostaði stjórastarv

Ósemja um nevndarsess kostaði stjórastarv
Jákup Egholm Hansen gevst sum tekniski stjóri í Tórshavnar kommunu. Orsøkin er ósemja um nevndarsess í Eik Banka
Tað ber illa til at vera stjóri hjá Tórshavnar kommunu og nevndarlimur í Eik samstundis, heldur kommunan
 
23.07.2014 - 07:12

Ein ósemja millum Tórshavnar kommunu og Jákup Egholm Hansen, tekniska stjóra hjá kommununi, um nevndarsessin hjá honum í Eik Banka endaði í gjár við, at Jákup Egholm Hansen fer úr starvi sínum.

Jákup Egholm Hansen var tekniskur stjóri hjá Tórshavnar kommunu í knappliga átta ár.  

Longu tá Jákup Egholm Hansen byrjaði í starvinum hjá kommununi, hevði hann tilknýti til TF Samtakið sum limur i umboðsráðnum, har hann eisini var formaður í nógv ár, skrivar Tórshavnar kommuna í tíðindaskrivi. 

Nevndarlimur í Eik 

10.juni í ár varð Jákup Egholm Hansen valdur í nevndina hjá Eik Banka, sum er partur av TF Samtakinum.    

Tá fóru kommunan og Jákup Egholm Hansen at tosa um, antin nevndarsessurin í Eik Banka kundi forða honum í at røkja tær skyldur, sum áliggja honum sum tekniskur stjóri hjá Tórshavnar kommunu, á fullgóðan hátt, soleiðis sum ásett er í tænastumannalógini.  

Semja fekst ikki um tað, so í staðin fyri samdust partarnir í gjár um at enda samstarvið. 

Jákup Egholm Hansen fær, sambært avtaluni við kommununa, løn í sjey mánaðir. 

Sum partur av avtaluni er Jákup Egholm Hansen tó til taks hjá kommununi í avtalutíðarskeiðinum í sambandi við ítøkilig mál, sum hann hevur serligan kunnleika um, eitt nú ymsar byggiverkætlanir. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Leygardag 9. mai
Jambalaja - 090526
208137
Leygardag 9. mai
Vikugesturin: Órædda unga røddin
208133
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040