Fiskidagarnir avgreiddir - Eivin atkvøddi blankt

Fiskidagarnir avgreiddir - Eivin atkvøddi blankt
Uppskotið frá landsstýrismanninum varð endaliga samtykt fyri løtu síðani. Eivin Jacobsen atkvøddi blankt
 
15.08.2014 - 10:34

Nú er greitt, at fiskidagarnir næsta fiskiár verða teir somu sum í ár.

Løgtingið avgreiddi fyri løtu síðani uppskotið frá Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni. Við triðju viðgerð vóru 19 atkvøður og 12 ímóti.

Einki broytingaruppskot var við triðju viðgerð.

Eivin Jacobsen úr Sambandsflokkinum, sum við aðru viðgerð atkvøddi ímóti uppskotinum frá landsstýrismanninum, segði undan viðgerðini í dag, at hann fór eisini at atkvøða ímóti uppskotinum við triðju viðgerð, kom einki broytingaruppskot. Men í dag atkvøddi hann blankt. Við aðru viðgerð atkvøddi Eivin Jacobsen yri uppskotinum frá andstøðuni í Vinnunevndini, sum mælti til at skerja fiskidagarnar fimm prosent. 

Nýggja fiskiárið byrjar 1. september

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870