Sjey milliónir afturat til serviðgerð

Sjey milliónir afturat til serviðgerð
Eykajáttanin kemur til fyrstu viðgerð í tinginum fyrrapartin
Karsten Hansen er landsstýrismaður í heilsumálum
 
15.08.2014 - 07:54

Løgtingið fer í dag at hava fyrstu viðgerð av eykajáttan til serviðgerð uttanlands.

Játtanin í ár heldur ikki, og tí hevur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, lagt uppskot fyri løgtingið um sjey milliónir krónur í eykajáttan

Heilsumálaráðið sigur, at miðalkostnaðurin fyri serviðgerðina í fjør vísti seg at vera munandi størri enn væntað, og í ár hava verið fleiri sjúklingaferðir enn roknað varð við.

Harafturat sigur Heilsumálaráðið, at umleggingar av roknskapinum hjá Region Hovedstaden hava gjørt tað truplari enn vanligt at meta um støðuna. Nógvar rokningar fyri í fjør - 30 milliónir av tilsamans 103 milliónum - komu ikki Landssjúkrahúsinum í hendur fyrr enn eftir ársenda, sigur Heilsumálaráðið.

Tingfundurin byrjar fyrrapartin klokkan 10.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672