Kjak um Ukraina og útflutningin til Russlands

Kjak um Ukraina og útflutningin til Russlands
Jenis av Rana og Høgni Hoydal vera í sjónvarpsstovuni í kvøld
 
19.08.2014 - 10:50

​Føroyar eru ikki umfataðar av teimum móttiltøkum, sum Russland hevur sett í verk ímóti USA og ES londum, teirra millum Danmark.

Tí verður føroyskur útflutningur til Russlands ikki nervaður av tí innflutningsbanni, sum russiskir myndugleikar hava sett í verk, og sum raka vørur úr USA, ES londum og úr Noregi.

Men er tað rætt, at Føroyar útflyta vørur til Russlands, tá noktað verður USA, ES londum og Noregi at gera tað -  demokratisk lond, sum vilja verja Ukraina og tess rætt sum sjálvstøðugt land, og tí leggja trýst á Russland at gevast við at stuðla russiskt sinnaðum eystur-ukreainum í uppreistrinum móti stjórini i Kiev?

Gestir í kjakinum eru Høgni Hoydal, næstformaður, og Jenis av Rana, limur í Uttanlandsnevndini. Bogi Godtfred er vertur.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114