Pál Joensen í finaluni við bestu tíð

Pál Joensen í finaluni við bestu tíð
Pál Joensen er í EM finaluni í 800 metrum. Pál var skjótastur í innleiðandi umfarinum
Mynd: KVF  
 
21.08.2014 - 10:13

Pál Joensen er í toppformi. Í morgun tryggjaði hann sær pláss í 800 m. finaluni í Berlin.

Pál svam í fjórða riðli, sum var ein fyrimunur, tí hann visti júst hvussu skjótt hann skuldi svimja fyri at tryggja finaluplássi.

Vábingurin koyrdi á, og tá hann kom á mál var greitt, at hann var skjótastur av øllum í innleiðandi umfarinum.

Tíðin hjá Páli Joensen var 7.53.09. 

Svimjing.com skrivar, at danin, Mads Glæsner, skuldi eisini svimja í fjórða riðli, men hann møtti ikki upp.

Lagt er upp til eina sera spennandi finalu í morgin, tí tað er sera tætt millum fleiri av fremstu svimjarunum.

 

Úrslit og tíðir:

1. Pál Joensen - Føroyar - 7.53.09

2. Jan Micka - Kekkia - 7.53.38

3. Gabriele Detti - Italia - 7.53.51

4. Gergely Gyurta - Ungarn - 7.55.34

5. Gregorio Paltrinieri - Italia - 7.55.35

6. Stephen Milne - Bretland - 7.56.40

7. Richard Nagy - Slovakia - 7.56.74

8. Ferry Weertman - Holland - 7.57.80

 

EM-finalan í 800 metrum verður í morgin klokkan 17.00. Kringvarpið sendir hana beinleiðis í sjónvarpinum

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
Breddin: Kervi+ og fólkaskúlin
216300
Hósdag 12. november
Eitt fræ
216034
Hósdag 12. november
Hús
216070
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210