Ægir Open: Met og góðar tíðir í Klaksvík

Ægir Open: Met og góðar tíðir í Klaksvík
Jóhanna Ólavsdóttir setti føroyskt met í firvaldasvimjing, Fróði Hansen setti juniormet í bringusvimjing, og Isak Brisenfeldt var ein hundraðpart frá metið hjá Páli Joensen
Mynd: svimjing.com  
 
02.11.2026 - 16:56

Føroysku svimjararnir svumu væl til Ægir Open um vikuskiftið, har met vórðu sett og kravtíðir kláraðar. 

Jóhanna Ólavsdóttir úr Ægir setti føroyskt met í 200m firvaldasvimjing við tíðini 2:18.50. Jonna B. Thomsen átti farna metið á 2:18.67 frá oyggjaleikum á Jersey í 2015. Fróði Hansen úr sama felag setti nýtt juniormet í 100m bringusvimjing við tíðini 1:02.98. Tíðin var undir A-kravtíðina til oyggjaleikirnar í Føroyum næsta summar.

Isak Brisenfeldt fekk gullnál við stjørnu fyri sína tíð  í 200m frísvimjing. Tíðin, sum var 1:46.62 var ein hundraðpart frá føroyska metinum, sum Pál Joensen hevur átt í nógv ár. 

Eitt ótal av svimjarum kláraðu annaðhvørt A-kravtíð ella B-kravtíð til oyggjaleikirnar í Føroyum.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717