Dynamitt funnið við Vágsverkið

Dynamitt funnið við Vágsverkið
Útbyggingin av SEV-verkinum í Vági er steðgað fyribils, av trygdarávum
 
09.09.2014 - 14:48

SEV hevur fyribils steðgað útbyggingini av elverkinum í Vági, tí gamalt dynamitt er funnið í økinum. Dynamittið kom til sjóndar tá grivið varð út fyri at byggja upp í verandi elverk.

Endamálið við útbyggingini er at økja motororkuna á Vágsverkinum. Dynamittið hevur ligið undir jørð eystan fyri Vágsverkið síðani 1981, tá SEV bygdi verandi verk.

Steðgað av trygdarávum

Av trygdarávum er útbyggingararbeiðið steðgað fyrbils, meðan kannað verður, hvussu nógv ósprongt dynamitt liggur fjalt í helluni, og hvussu útbyggingin av Vágsverkinum kann halda fram undir tryggum umstøðum.

Í løtuni verður hellan reinsað og spulað við vatni, so yvirlit fæst yvir, hvussu umfatandi økið við ósprongdum dynamitti er. Síðani verður økið kannað nærri, áðrenn avgerð verður tikin um, hvussu farast skal fram. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820