Lesandi við serligum tørvi fáa betri sømdir

Lesandi við serligum tørvi fáa betri sømdir
Lesandi, ið hava serligan tørv, koma nú undir reglurnar um heiltíðarlestur
 
09.09.2014 - 09:21

Lesandi við serligum tørvi fáa nú betri sømdir í kunngerðini um lestrarstuðul. 

Í kunngerðini eru treytir fyri at koma undir tað, sum eitur heiltíðarlestur í lógini. Fyri at koma undir heiltíðarlestur krevst, at fólk hava í minsta lagi 20 lestrartímar um vikuna. 

Tó kunnu lesandi við heimabúgvandi børnum undir tíggju ár koma undir reglurnar um heiltíðarlestur, hava tey í minsta lagi 16 tímar um vikuna. 

Soleiðis stóð í kunngerðini. Men nú er hon broytt, so eisini lesandi við serligum tørvi koma undir reglurnar um heiltíðarlestur, um tey hava í minsta lagi 16 tímar, og ikki 20 lestrartímar, um vikuna. 

Broytingin er galdandi frá 1.august í ár. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558