Almannaverkið eigur at verja seg móti hóttanum

Almannaverkið eigur at verja seg móti hóttanum
Er nøkur tilbúgvingarætlan verður spurt í løgtinginum í dag
Almannaverkið eigur at hava eina tilbúgvingarætlan móti hóttanum, heldur løgtingskvinna
 
10.09.2014 - 07:40

Arbeiðspláss sum Almannaverkið eigur at hava tilbúgvingarætlan, tí starvsfólkini verða hótt.

Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, fer í dag at spyrja Anniku Olsen, landstýriskvinnu í almannamálum, um

Almannaverkið hevur nakra tilbúgvingarætlan um sálarliga arbeiðsumhvørvið.

Tað hendir meira enn so, at tey á Almannaverkinum kenna seg noydd at ringja til politiið, tí viðskiftafólk hótta tey ella onnur.

Hóttan í síðstu viku

Eyðgunn Samuelsen fer at spyrja millum annað, hvat verður gjørt fyri at fyrireika starvsfólk til tílíkar hendingar sum millum annað ta í síðstu viku.

Hósdagin varð ein maður varðhaldsfongslaður í fýra vikur fyri hóttanir.

Maðurin kom mikudagin við so álvarsligum hóttanum inni á gólvinum hjá Almannaverkinum , at hann varð handtikin. Maðurin hótti tó ikki starvsfólk á Almannaverkinum. Hóttanin var ætlað fólki, sum hann leigar frá.  

Eyðgunn Samuelsen fer eisini at spyrja landsstýriskvinnuna, um nøkur eftirmeting er eftir slíkar hendingar og, um nakað verður gjørt fyri at fyribyrgja endurtøkum.

Tingfundur í dag

Løgtingsfundur verður klokkan 11.00, og tá eru munnligir fyrispurningar á skránni fyri fyrstu ferð í hesari tingsetuni.

Á fundinum fer Fíggjarnevndin at leggja fram álit í tveimum tingmálum, sum nevndin langt síðani eru liðug at viðgera, men eingin tingfundur hevur verið síðani hálvan august.

Annað málið er ein eykajáttan, sjey milliónir krónur, til serviðgerðir uttanlands, og hitt er um, at seyður, sum verður givin sum samsýning fyri fjallgongu og røkt, eigur ikki at vera skattskyldug inntøka hjá tí, sum fær seyðin.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Hósdag 17. september
Nýtt ljóð
213419
Hósdag 17. september
Eitt korter við jazzi 17. september 2026
213395
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232