Í myndum: Børn hjálpa børnum. Myndir: Tordis Vang Guttesen

Hvørt ár síðani 2013, hevur Skúlin við Løgmannabreyt skipað fyri jólasølu, fyri at savna inn pening. Allur peningurin fer óskerdur til eitt gott endamál, sum í ár er 'Títt Rúm' átakið hjá Bláa krossi. Títt Rúm er eitt tilboð til børn og ung, ið hava foreldur við rúsevnistrupulleikum. 

Skúlabørnini skipa sjálvi fyri vørunum, sum tey, á ymsan hátt, sjálvi hava gjørt. Millum annað, seldi 4. flokkur sera stutt-flutt epli, ið vórðu sett niður beint uttanfyri skúlan í vár.

Børnini hava bakað 1.200 smákøkur, og vænta tey, at allar verða seldar. Umframt at nógvar heimagjørdar vørur eru til keyps, so skipa tey eisini fyri lutakasti, har nakrir hepnir vinnarar fáa ymiskt sum stuðlar hava latið til endamálið, til dømis føroyskt kjøt.

Tiltakið vaksur fyri hvørt ár og ongantíð áður hava so nógv verið við, sum í ár.

Louisa Johnsdóttir, lærari í Skúlanum við Løgmannabreyt, hevur, saman við børnunum, staðið á odda fyri tiltakinum øll árini.

Afturat høvuðsendamálinum, at stuðla einum átaki ið veitir hjálp til føroysk børn á ymsan hátt, er tað eisini so umráðandi, at læra skúlabørnini at geva frá sær, segði Louisa Johnsdóttir. Farnu árini hava tey til dømis savnað inn pening til Beran, Kvinnuhúsið og barnadeildina á sjúklingahotellinum í Keypmannahavn.

Skúlabørnini skiftast um at selja vørurnar, alt eftir nær tey fáa frí og frítíðarítrivini eru, og øll vilja so fegin sleppa framat at hjálpa til, greiddi Louisa Johnsdóttir frá.

Har var hópurin av fólki í dag, og fyri tey, er hetta tað sum av álvara byrjar jólatíðina, segði Louisa Johnsdóttir.

Nakað av veitsludámi var eisini, tá harmonikuspæl ljómaði um auluna í skúlanum.

 

Er kopiera