Dregur út at seta stjóran í tunnilsfelagnum

Dregur út at seta stjóran í tunnilsfelagnum
20 umsóknir eru til starvið, og higartil hava seks umsøkjarar verið til samrøðu
 
11.09.2014 - 11:39

Tað fer at taka eina tíð aftrat at seta stjóra í partafelagnum Eystur-og Sandoyartunnlar.

Freistin at søkja stjórastarvið var úti 11. august, og tá miðaði felagið ímóti at hava sett stjóran síðst í august mánaði. Men feriutíð hevur gjørt, at tað ikki hevur borið til at fáa allar umsøkjararnar til samrøðu enn. 

Brúka neyðugu tíðina

Bergur Poulsen, nevndarformaður í tunnilsfelagnum, sigur, at setanarnevndin fer at brúka ta tíð, tað krevur, at finna rætta stjóran til starvið at reka undirsjóvartunlarnar millum Streymoynna og Eysturoynna og millum Streymoynna og Sandoynna. 

20 umsøkjarar vóru til stjórastarvið. Bæði føroyingar og útlendingar hava søkt, og umsøkjarar eru av báðum kynum.

Higartil hava seks umsøkjarar verið til samrøðu, og ætlanin er at hava nakrar setanarsamrøður aftrat, sigur Bergur Poulsen, nevndarformaður í felagnum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454