Skotland: Valluttøkan fer helst at seta met

Skotland: Valluttøkan fer helst at seta met
4,3 milliónir veljarar høvdu skrásett seg, tá freistin var úti 2. september
 
12.09.2014 - 13:50

Alt bendir á, at nógv fara á fólkaatkvøðu í Skotlandi hósdagin um loysingarspurningin. 

Valrættaraldurin er 16 ár.

Skotar skulu eins og amerikanarar skráseta seg sum veljarar. Freistin at skráseta seg til fólkaatkvøðuna var 2. september, og nú talt er upp, bendir alt á, at áhugin er ovurstórur. 

Av teimum 4,4 millliónunum, sum kunnu skráseta seg sum veljarar í Skotlandi, høvdu nærum 4,3 mió. skrásett seg fyri 2. september. Fara øll tey á val hósdagin, verður vallutttøkan oman fyri 97 prosent. 

Valhølini lata upp klokkan 7 hósmorgun, og lata ikki aftur fyrr enn klokkan 10 um kvøldið.

32 valdømi eru í Skotlandi, og endaliga úrslitið verður væntandi almannakunngjørt fyrrapartin fríggjadagin. Tá fæst at vita, skotar hava valt samband ella loysing. 

Seinastu veljarakanningarnar hesa vikuna benda á, at ein meiriluti fer at velja samband. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858