Kantinumatur á dagsskránni

Kantinumatur á dagsskránni
Fólkaheilsuráðið setur sjóneykuna á heilsugóðan kantinumat, og vil geva kantinustarvsfólkum íblástur til øðrvísi, sunnari og bíligari mat
 
22.09.2014 - 11:27

Eitt nú fer vinnarin av donsku kantinuvirðislønini, Mikkel Karstad, at geva ráð og íblástur til heilsugóðar og vælsmakkandi rættir.

- Við hesum degnum vilja vit geva kantinustarvsfólkunum nøkur amboð við heim, sum tey kunnu brúka í teirra arbeiði í føroysku kantinunum. Ein rúgva av føroyingum etur á kantinu hvønn dag; til dømis á arbeiðsplássinum, og við hesum átakinum fáa vit vónandi sett heilsugóðan dám á, hvønn mat tey fáa, sigur Poula Patursson, átaksleiðari við heimasíðuna hjá Fólkaheilsuráðnum.

Umframt vitan, amboð og íblástur verða nýggjastu rákini í kantinuhøpi eisini á skránni. Jóhanna á Tjaldrafløtti, fer at greiða frá, hvussu hon arbeiðir við heilsugóðum mati.

Vitan og íblástur

Í køkinum fara tey luttakandi at arbeiða við góðum ráðvørum, bæði feitum fiski, kjøti og avroðum; tað verið seg lambshjørtu – og lungu.

- Vit gleða okkum til at hitta tey føroysku kantinustarvsfólkini. Tað er jú ikki ofta, at júst hesin fakbólkurin savnast á einum staði. Eg ivist onga løtu í, at ein slíkur dagur eisini leggur upp til at deila vitan ímillum starvsfólkini, so tey fara heim aftur bæði við íblástri frá teimum, sum halda upplegg á sjálvum degnum, men ikki minst eisini frá sínum starvsfeløgum kring landið, sigur Poula Patursson.

Sjálvur dagurin verður mikudagin 24. september í kantinuni á Landssjúkrahúsinum frá kl. 8.30 til 15.00.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221