Aksel spyr um lønardumping

Aksel spyr um lønardumping
Formaðurin í Javnaðarflokkinum vil hava at vita, hvat landsstýrismaðurin í vinnumálum ger fyri at forða fyri lønardumping
Aksel V. Johannesen spyr um løn hjá útlendskum arbeiðstakarum í Føroyum
 
25.09.2014 - 07:56

Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum vil hava landsstýrismannin í vinnumálum at svara, hvat hann ger fyri at forða fyri sonevndari lønardumping.
Á tingfundinum í gjár boðaði tingformaðurin frá, at Johan Dahl skal svara, hvør hevur eftirlit við, at útlendska arbeiðsmegin í Føroyum verður lønt sambært galdandi sáttmálum á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Landsstýrismaðurin skal eisini svara, um hann kann tryggja løgtinginum, at eftirlitið virkar so mikið væl, at tað ikki ber til at undirløna útlendskum arbeiðstakarum, og kann hann ikki tað, so skal hann siga tinginum, hvørji stig hann ætlar at taka fyri at verja føroysku arbeiðsmegina móti lønardumping.

Kroystir handverkarar
Formaðurin í Javnaðarflokkinum sigur í viðmerkingunum, at hann seinastu tíðina hevur hoyrt, at ávísar byggifyritøkur hava sagt føroyingum úr starvi, samstundis sum somu fyritøkur hava fingið sær útlendska arbeiðsmegi inn í landið.
Aksel V. Johannesen vísir á, at formaðurin í Havnar Handverkarfelag alment hevur sagt, at fleiri limir í Havnar Handverkarafelag eru sagdir úr starvi seinastu tíðina, og at útlendska arbeiðsmegin, ið verður sett í staðin, fær eina lægri løn, enn føroyska arbeiðsmegin, sambært formaninum í Handverkarafelagnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602