Noyðist helst at skriva út val

Noyðist helst at skriva út val
Misálit verður møguliga reist móti Alequ Hammond, landsstýrisforkvinnu, tí hon hevur nýtt almennan pening til egnan fyrimun
 
29.09.2014 - 09:33

Aleqa Hammond hevur nýtt góðar 106.000 kr. til m.a. ferðir hjá familjuni, og hóast hon hevur goldið peningin aftur, so eru nógvar atfinningar ímóti henni.

Forkvinnan í IA, Sara Olsvog krevur at nýval verður útskrivað, tí landsins leiðari kann ikki nýta almennar pengar, uttan at tað fær fylgjur.

Andstøða og samgonga finnast at

Politiski framsøgumaðurin í hennara egna flokki, Siumut, Karl-Kristian Kruse, sigur tað vera burtur úr vón og viti, at politikarar nýta almennar pengar, og ikki rinda pengarnar aftur fyrr enn eitt ár seinni, ella eftir tað.

Hann krevur at slíkt ikki hendir aftur í grønlendskum politikki. Kristian Jeremiassen, sum er formaður í almennu grannskoðaranevndini, og sum eisini er limur í Siumut sigur, at málið um tær gott 100.000 kr. má fáa fylgjur.

Misálit í morgin

Grønlendska landstingið kemur saman í morgin, og tá verður helst atkvøtt um misálitisuppskot ímóti Alequ Hammond.

Verður uppskotið samtykt, verður Aleqa Hammond noydd til at útskriva val, siga eygleiðarar.

Attasut situr í samgongu við Siumut, og flokkurin hevur ikki enn tikð støðu til, hvussu hann fer at atkvøða.

Aleqa Hammond hevur verið landsstýrisforkvinna í Grønlandi síðani í apríl í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. mars
Morgunlestur hósdagur 5. mars 2026
204719
Mikudag 4. mars
Femininomen, FMA og Tomas Espedal
205135
Mikudag 4. mars
Skratsj 4. mars 2026
205123
Mikudag 4. mars
Eitt korter við klassiskum
205122
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (4:5)
204319
Mikudag 4. mars
Føroyar - Portugal
205139
Mikudag 4. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205117
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959