Meslingar breiða seg í USA

Meslingar breiða seg í USA
Í ár eru 5.400 tilburðir staðfestir, og tíggju fólk eru deyð. Forsetin og heilsumálaráðharrin sáa iva um trygdina við koppsetingini
Umleið 92 prosent av børnunum í USA eru koppsett fyri meslingar. Tað er minni enn tey 95 prosentini, sum skulu til fyri at forða fyri, at sjúkan breiðir seg. (Savnsmynd)
 
18.11.2026 - 14:57

Fyri fyrstu ferð í 26 ár, er USA ikki longur eitt land, har eingir meslingar eru.

Orsøkin er, at smittandi barnasjúkan hevur breitt seg í USA seinastu árini.

Tað upplýsir panamerikanski heilsufelagsskapurin, PAHO, sambært BBC.

 

5.400 tilburðir

Bara í ár eru fleiri enn 5.400 tilburðir av meslingum staðfestir í USA, og tíggju fólk eru deyð av sjúkuni. Hetta er tað mesta síðan 1990-árini.

Eisini í Meksiko og Bolivia hava meslingar aftur fingið fastatøkur.

Heilsumyndugleikarnir vísa á, at ov fá fólk eru koppsett.

Í USA eru nú umleið 92 prosent av børnunum koppsett fyri meslingar. Tað er minni enn tey 95 prosentini, sum skulu til fyri at forða fyri, at sjúkan breiðir seg.

 


Robert F. Kennedy. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Sáa iva um trygdina

Amerikanski heilsumálaráðharrin, Robert F. Kennedy, og Donald Trump, forseti, hava báðir sátt iva um trygdina við koppsetingini.

Sambært BBC meta læknar og heilsumyndugleikar, at hetta hevur verið við til, at færri fólk lata seg koppseta.

Amerikansku heilsumyndugleikarnir ætla nú at gera tað lættari hjá fólki at verða koppsett, so meslingar aftur kunnu ruddast út í USA.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520