USA undirmetti hóttanina frá IS

USA undirmetti hóttanina frá IS
Tað segði Barack Obama, forsætisráðharri í USA í sendingini 60 minutes á sjónvarpstrásini CBS í nátt føroyska tíð
 
29.09.2014 - 10:09

Obama sigur, at IS millum annað er stovnað og mannað av al-Qaeda-hermonnum, sum amerikanskir og irakiskir hermenn hava riknið úr Irak.

- Teir samstarva við Syria og hava sett á stovn nýggja og sera vandamikla bólkin Islamiskur statur, IS", segði forsetin í sjónvarpssendingini.

Obama ásannar, at USA hevur yvirmett megina hjá irakiska herinum, sum er vandur av USA, sjálvur at berja niður IS.

Fáar upplýsingar

Tað er nú lítil vika síðani, at USA saman við samgongu av arabiskum londum, leyp á Syria við loftálopum.

Fáar upplýsingar eru um, hvar USA hevur framt álopini, men amerikanski verjumálaráðharrin Chuck Hagel, segði fríggjadagin, at hernaðarflogfør hava framt meira enn 40 álop móti øki í Syria, har IS heldur til og hevur ræði á.

Eisini sunnunáttina vóru fleiri loftálop framd, sigur ein kelda í amerikanska herinum. Millum annað eru álop framd á oljureinsiverk sum IS hevur ræði á.

Stríð um olju

Mett verður at søla av olju á svarta marknaðinum hevur sera stóran fíggjarligan týdning fyri IS.

Sambært mannarættindastovni í Syria eru í minsta lagið 140 jihadistar og 13 sivilfólk dripin í álopunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847