Løgmaður bað danir halda seg burtur

Løgmaður bað danir halda seg burtur
Danir skipaðu fyri fundinum millum løgmann og russisku stjórnina herfyri, men løgmaður bað donsku myndugleikarnar halda seg burtur
 
12.10.2014 - 18:20

Tað skrivar Berlingske Business, sum hevur fingið skjalainnlit í telsupostsamskiftið millum Løgmansskrivstovuna og donsku sendistovuna í Moskva.

Sambært almennu russisku frásøgnini frá fundinum við løgmann, varð tosað um at økja føroyska útflutningin til Ruslands. Hendan samrøðan skuldi gerast uttan danska luttøku.

Løgmaður avtalaði fundin við russar í telefonsamrøðu fríggjadagin 29. august, og mánadagin 1. september kunnaði Løgmansskrivstovan donsku sendistovuna í Moskva.

Løgmansskrivstovan segði nei til hjálp

Sendimaðurin í Moskva, Thomas Winkler, sigur við Løgmansskrivstovuna, at hon kundi siga til, um danska sendistovan skuldi hjálpa við onkrum. Eisini bjóðar sendimaðurin sær til at luttaka á fundinum. Men svarið frá Løgmansskrivstovuni er nei takk.

Løgmansskrivstovan sigur, at júst í hesi serligu støðuni vilja føroyingar helst hava at tað verður ein føroysk sendinevnd burturav, sum hittir russar. Hetta er grundað á serligu umstøðurnar, við tað at Danmark sum ES-limur er rakt av russisku revsitiltøkunum, meðan Føroyar standa uttanfyri

Men um føroyingar kunnu lána ein tolk frá donsku sendistovuni, hevði tað verið sera gott, sigur Løgmansskrivstovan í brævinum til russisku sendistovuna.

Danska sendistovan í Moskva skipaði fyri vitjan

Berlingske Business skrivar, at brævasamskiftið vísir, at tað í veruleikanum var danska sendistovan í Moskva, sum skipaði fyri vitjanini. Russisku myndugleikarnir hava annars róð framundir, at talan var um ein fund millum tvey sjálvstøðug lond, Rusland og Føroyar.

Ongastaðni verður nevnt við einum orði, at Føroyar eru partur av danska ríkisfelagsskapinum, skrivar Berlingske Business. Men sambandið við russisku myndugleikarnir gekk gjøgnum donsku sendistovuna, sum millum annað stóð fyri flutningi av føroysku luttakarunum.

Bæði í Føroyum og í Danmark hevur verið funnist at løgmanni, tí hann fór á fund við russisku stjórnina um at økja fiskaútflutningin til Ruslands. Hetta tí at fleiri lond í vesturheiminum, millum annað Danmark, hava sett handilstiltøk í verk móti Ruslandi orsakað av krígnum í Ukraina.

Russar hava afturfyri noktað at keypa ymiskar matvørur úr teimum londunum, sum hava sett handilstiltøkini í verk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 1. august
Praktikanturin: Anna Helena Eysturoy Lassen
195160
Fríggjadag 1. august
Radio Stjernekilde II - part 8
195151
Fríggjadag 1. august
RagnarRokk: Roine Stolt um Love
194169
Fríggjadag 1. august
Morgunlestur fríggjadagur 1. august 2025
194903
Hósdag 31. juli
Millum tøkini #7: Ólavsøkuróðurin
195124
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 1. august
Veðrið
195172
Týsdag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudag
195038
Týsdag 29. juli
Tingið verður sett
195033
Týsdag 29. juli
Guðstænasta úr Havnar kirkju
195031
Mánadag 28. juli
Á Ólavsøku 2025
195019