- Tíðindi, mentan og ítróttur
Enn ein sjúkrarøktarfrøðingur smittaður við ebola
Enn ein sjúkrarøktarfrøðingur er smittaður við ebola á sjúkrahúsi í Texas. Amerikonsku myndugleikarnir siga, at hon hevði fepur, tá hon fór umborð á flogfar við 132 ferðafólkum úr Ohio til Texas.
29 ára gamla kvinnan, Amber Vinson, setti seg í samband við amerikonsku Miðstøðina fyri Sjúkufyribyrging, CDC, dagin fyri hon fór avstað, og boðaði teimum frá, at hon hevði 37,5 í fepri.
Men tað var niðanfyri hámarkið, sum er 37,8 stig, og tí slapp hon avstað.
Amber Vinson arbeiðir á Texas Health Prebyterian Hospital í Dallas.
Hon er, eftir øllum at døma smittað, tá hon viðgjørdi liberiska mannin, Thomas Eric Duncan, sum er fyrsti sjúklingur, sum hevur fingið staðfest ebola í USA.
Fyri fáum døgum síðani gjørdist 26 ára gamli sjúkrarøktarfrøðingurin, Nina Pham, sum eisini hevur viðgjørt Thomas Eric Duncan, fyrsti persónur sum er smittaður við ebola í USA.
Thomas Eric Duncan fekk smittuna í heimlandi sínum, Liberia, men kom til USA innan hann gjørdist sjúkur. Síðst í septembermánaði varð staðfest, at hann hevði ebola. Hann doyði av sjúkuni mikudagin í síðstu viku.
Størsta fakfelagið hjá sjúkrarøktarfrøðingum í USA finst hvassliga at amerkonsku myndugleikunum og handfaringini av sjúkuni. Felagið sigur, at sjúkrarøktarfrøðingarnir, sum tóku sær av Duncan, arbeiddu fleiri dagar uttan veruliga verndarútgerð, og fingu í heilum boð um at broyta trygdar-mannagongdirnar.
Thomas Eric Duncan kann hugsast at hava smittað í minsta lagi 78 starvsfólk. Hesi eru nú øll undir eftirliti fyri tekin um sjúku.
Stjórin fyri Texas Health Prebyterian Hospital í Dallas, Daniel Varga, viðgongur nú, at mistøk eru framd í handfaringini av ebolasmittuni.
- Mistøk eru framd í samband við innleiðandi viðgerðina av ebola, sigur Varga í skrivligar fráboðan, og biður samstundis almenningin um umbering.
Heimsheilsustovunurin metur, at ebolasmittan higartil hevur kravt 4.400 mannalív. Ebolasjúkan ger serliga um seg í vesturaftrikonsku londunum, Sierra Leono og Liberia.
Amerikanski forsetin, Barack Obama, segði í gjárkvøldið, at ein bólkur við serfrøðingum skal mannast, sum við stuttum skotbráði kann fara fara til støð, har illgruni er um ebola í USA, skrivar Returs.