Kyndil tapti fyrsta evropeiska dystin

Kyndil tapti fyrsta evropeiska dystin
Søguligi dysturin í høllini á hálsi er av. Dysturin endaði 15-22, og tískil hevur Kyndil tapt fyrstu royndina í EHF cup
 
18.10.2014 - 19:06

Kyndil byrjaði dystin væl, og vóru á odda tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin. 

Men so kom Femina Vise fyri seg, og tók yvirtakið í dystinum. 

Hálvleiksstøðan var 13-8 til Femina Vise úr Belgia.

Fangaðu ikki Femine Vise aftur

Kyndil royndi at hála inn á Femine Vise í seinna hálvleiki, men hetta eydnaðist aldrin. Fýra mál var tað tættasta tær komu til Femina Vise. Hetta var eftir at Kyndil fekk eina røð av brotskastum.

Tomma Petersen hevði ein góðan dag

Málverjin hjá Kyndli, Tomma Petersen spældi ein góðan dyst hóast úrslitið bleiv eitt tap.

Í fyrra hálvleiki tók hon 38% av skotroyndunum frá Femine Vise, og í seinna hálvleiki tók hon ikki minni enn 58% av skotroyndunum.

Hetta eru sera góð tøl, tí her skal man serliga hugsa um at Kyndil ikki kendi mótstøðuliðið áðrenn dystin í dag.

Anna Brimnes var við

Toppskjýttin hjá Kyndli Anna Brimnes, fekk ein skaða í fyrsta dystinum í landskappingini móti VB í ár.

Men hon var aftur í dag eftir skaða, og gjørdist eisini toppskjýtti við seks málum. Ikki bert Anna Brimnes var við aftur eftir skaða í dag.

Jórun Ludvig, sum er royndasti leikarin hjá Kyndli var eisini klár aftur til dystin í dag eftir skurðviðgerð í knænum.

Kunnu prógva seg í morgin

Hetta er sum sagt fyrstu ferð at Kyndil luttekur í EHF cup. Fyrsti dysturin bleiv eitt tap, men í morgin spæla tær enn ein dystin móti soma mótstøðuliði.

Dysturin í morgin er aftur í høllini á hálsi og somuleiðis klokkan 17:00.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576